Á Norðoyastevnu vóru tvey starvsfólk frá kenda norska fjølmiðlinum NRK til kappróðurin á Norðoyastevnu.
Á Norðoyastevnu vóru tvey starvsfólk frá kenda norska fjølmiðlinum NRK til kappróðurin á Norðoyastevnu.
Til kappróðurin í góðveðrinum á Norðoyastevnu var ein útlendskur fjølmiðil til staðar, sum vit ikki hava sæð áður. Tað var norska NRK, sum tók myndir av kappróðrinum. Tað kemur í eina mentunarsending, sum NRK ger um føroyskan dans og føroyskan tónleik, men har føroyski kappróðurin eisini kemur inn sum ein partur. Millum luttakararnar í sjónvarpssendingini eru Eivør Pálsdóttir (tónleikur), Jónleif Johannesen (føroyskur dansur) og Ludvík við Stein (kappróður). Tey sum hava verið í Føroyum og gjørt upptøkurnar seinastu dagarnar eru Guri Skeie og Jørn Norstrøm. Guri segði við Norðlýsið, at sendingin væntandi verður víst einaferð í heyst.
Tey kundu neyvan vænta sær ein betri dag at taka upptøkurnar í. Veðrið var av tí fagrasta og róðurin var skjótt og væl avgreiddur. Tað endaði enntá við tveimum sigrum á heimasjógvi til Fípuna Føgru og Klaksvíking frammanfyri mongu áskoðarunum.




