Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NS 5 km motiónsrenning í morgin kl. 14.00

Frælsur Ítróttur

Í smb. við NS hálvmaraton Klaksvík 2017, so skipar Treysti eisini fyri 5 km motiónsrenning í morgin kl. 14.00. Teinurin er eitt umfar av hálvmaratonrutuni. Startur og mál eru uttanfyri Norðoya Sparikassa og harfrá verður runnið norður til “Victor á Lakjuni” at venda og aftur, og so út á Bumshamar út til Torvgøtu at venda og aftur. Hesin teinur er 5,275m ella kvart hálvmaraton. Renningin byrjar kl. 14.00 saman við hálvmaratonrennarunum. 

Tilmelding kann gerast á hesi leinkjuni: Tilmelding NS 5 km motiónsrenning 2017 áðrenn kl. 23.00 í kvøld ella í deildini hjá Norðoya Sparikassa í morgin millum kl. 11.30 og 13.00.

Í 5 km Motiónsrenning verður kappast í hesum bólkum:
– Menn/kvinnur (f. 1972-2000)
– Menn/kvinnur veteranar (f. 1962-1971)
– Menn/kvinnur superveteranar (f.-1961)

Kostnaðurin fyri motiónsrenningina er kr. 100,-.