Leygardagin 6. mai skipar Treysti skipar fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning og barnarenning.
Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda.
Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er góðar 400m.
Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.
Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2000 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.
Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.