Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ álopsmaskinan koyrir aftur

Jákup Ósá

Í Sørvági vísti NSÍ í dag, at álopsspælið hjá runavíkingum er um at koma á rætta sporið aftur.

Tað var lagt upp til, at hetta bleiv ein roynd hjá 07 Vestur at vísa, hvat liðið kann á heimavølli eftir 1-0 tap móti TB/FC Suðuroy/Royn í fyrsta heimadystinum. Men longu undan dystarbyrjan vóru fortreytirnar ikki tær bestu hjá heimaliðnum. Vandamikla útlendska álopsparið við Ken Fagerberg og Søren Nielsen var ikki tøkt og uttan teir tykist 07 Vestur útfrá dagins dysti at mangla tyngd í álopspartinum.

Árni og Bárður í stórformi

NSÍ avrikið í dag var sera sannførandi. Frá fyrsta bríksli var heimaliðið sett undir trýst og og teir svørtu fingu ongantíð spælt seg burturúr trýstinum. Tá tað bleiv sparkað langt, so vóru sendingarnar óneyvar og NSÍ verjan hevði fult tamarhald á øllum í verjupartinum. Mest eyðsýndu leikararnir hjá NSÍ vóru kantarnir Árni Frederiksberg og Bárður J. Hansen, ið báðir fleiri ferðir skiftu síðu. Fyrsta málið kom, tá Árni legði gott innlegg innfyri til Bárð. Næsta málið kom, tá Árni sendi hornaspark innfyri í høvdið á Bethuel Hansen. Júst Árni Frederiksberg hevur helst vandamiklastu hornaspørkini í Effodeildini. Hørð og neyv innlegg og nærum hvørjaferð ein vandamikil støða, tá bóltarnir komu innfyri. 3-0 málið kom, tá Bárður legði innfyri úr vinstru og Klæmint A. Olsen skoraði. 4. málið skoraði Klæmint eisini eftir at hava fingið ein bólt eitt sindur tilvildarliga.

4-0 var endaliga støðan í Sørvági. NSÍ, sum eftir eina heldur trupla byrjan í landskappingini, vísti nú góðar taktir á einum annars truplum vølli at spæla á. Liðið hevði effektivt trýst og tá Klæmint, Árni, Pól Jóhannus og Bárður manna tey fýra fremstu plássini, so mangla ikki dygdir, tí hetta er alt leikarar við landsliðssstøði, har Árni, ið var eitt gott boð til dagsins leikara, væl at merkja hevur givið avboð seinastu landsdystirnar. Álopsspælið hjá NSÍ er komið í gongd, og nú verður spennandi at síggja leygardagin, um tað stendur við, tá B36 er mótstøðulið í Gundadali. Ein dystur, sum NSÍ altíð hevur tapt seinastu árini. Upptaktin til dystin var í øllum førum góð hjá runavíkingum, meðan tað hjá 07 Vestur ræður um at fáa álopsleikararnar klárar aftur og so vóna, at øll lið ikki vera eins dugnalig at seta liðið undir trýst sum NSÍ var í dag. Tað vera tey neyvan, tí dystir sum hesir hava verið styrkin hjá NSÍ seinastu árini.

Harleywoodpaint