Miðverji, ið hevur spælt við Wolverhampton, royndarvenur hesa vikuna.
Miðverji, ið hevur spælt við Wolverhampton, royndarvenur hesa vikuna.
Í Vespureiðrinum seinnapartin segði formaðurin í NSÍ, Sonni L. Petersen, at NSÍ arbeiðir við at styrkja um verjupartin. Í hesum sambandi er eisini ein danskur miðverji komin at royndarvenja. Talan er sum skilst um 20 ára gamla Victor Wagner Pedersen, sum í ungdómsárunum spældi við Esbjerg, men sum seinni eisini hevur roynt seg í ungdómsfótbólti og eykaliðnum í Wolverhampton. Hetta er ein miðverji, sum er 1,94 metur høgur, sum síðstu tíðina hevur spælt við FC Vestsjælland og Thisted.




