Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ er besta heimaliðið í Effodeildini

Jákup Ósá

Bara eitt lið hevur fult stigatal á heimavøll í Effodeildini í ár. Tað er mótstøðuliðið hjá KÍ sunnudagin.

Sunnudagin skal KÍ á vitjan hjá oddaliðnum NSÍ. Leiðslan hjá NSÍ í Effodeildini er fyrst og fremst bygd á ein sera sterkan heimavøll. NSÍ hevur spælt fimm dystir á heimavølli í landskappingini og teir hava givið fult stigatal.

NSÍ-FC Suðuroy 6-1

NSÍ-EB/Streymur 5-1

NSÍ-ÍF 3-1

NSÍ-HB 2-0

NSÍ-AB 2-1

Sostatt hevur NSÍ í fimm heima dystum vunnið sær 15 stig við málúrtøkuni 18-4. Einki annað lið í Effodeildini hevur fult stigatal á heimavølli. Í hesum 5 dystunum hevur toppskjúttin Klæmint A. Olsen skorað heili 9 mál, meðan Jonhard Frederiksberg og Árni Frederiksberg hava skorað 6 av hinum 9 málunum.