Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ fær meira styrk

Jákup Ósá

Tað váttar ítróttarstjórin Eyðstein Skipanes fyri Norðlýsinum.

Tað váttar ítróttarstjórin Eyðstein Skipanes fyri Norðlýsinum.

Síðani kappingarlok hava nakrar broytingar verið í hópinum hjá NSÍ. Til liðið eru komnir Karl Løkin og Jan Ó. Ellingsgaard, báðir úr ÍF, meðan Andras Frederiksberg og Nikolaj Kølert eru farnir út felagnum. Teir flestu í hópinum halda fram, men útbúgving, arbeiði o.a. ger, at Magnus H. Olsen, Jónleif Højgaard og Monrad H. Jacobsen enn ikki hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. Tí er ikki endaliga greitt, á hvørjum plássum NSÍ fer at styrkja seg á, sigur ítróttarstjórin.

– Í fjør sóu vit, at vit gjøgnum veturin mistu nærum alla sentralu miðjuna. Ein ynskti at skifta felag og tveir blivu langtíðarskaddir. Tí blivu vit noyddir at fara út eftir styrki og tá fingu vit eina góða leiguavtalu við Silkeborg um Nikolaj Kølert. Vit vænta, at styrkja um hópin við einum ella tveimum leikarum afturat. Men venjingin komandi tíðina fer eisini at vísa, hvar vit hava brúk fyri styrki. Vit vilja helst hava føroyingar, men tað kann blíva neyðugt at fara uttanlands og tí møguleikanum avskriva vit ikki. Hópurin helt frí í 9 dagar, men hevur síðani vant tríggjar ferðir um vikuna. Tað heldur fram til 16. desember, tá vit halda frí fram til 9. januar, sigur Eyðstein Skipanes. Hann staðfestir, at NSÍ ikki er í konkretum samráðingum við nakran nýggjan leikara, men at samráðingar um nýggjan hjálparvenjara eru komnar nakað ávegis.

Fimm feløg kunnu vinna FM

NSÍ fyllir 60 ár í 2017 og tað leggur kanska upp til, at felagið skal røkka nøkrum stórum, tí NSÍ vann sítt higartil einasta FM, tá felagið fylti 50 ár. Men ítróttarstjórin sigur, at tað verður trongt í toppinum.

– Vit fara inn fyri at vinna, men vit mugu eisini staðfesta, at tað eru onnur feløg sum hava líka sterkar hópar sum vit. Víkingur, KÍ og B36 síggja sterk út og koma mest sannlíkt at kappast um føroyameistaraheitið. Síðani hava vit HB, sum bæði hevur málsetning um FM og mest sannlíkt eisini verður har uppi, tá liðið er styrkt. So vit hava fimm feløg, sum eru góð boð uppá ein komandi føroyameistara, sigur Eyðstein Skipanes við Norðlýsið.