Formaðurin í NSÍ vil ikki avvísa, at felagið fer at styrkja seg. – Men vit hava politikk um at ikki taka útlendingar og tann politikkin vilja vit helst halda, sigur Sonni L. Petersen.
Sunnudagin setti NSÍ nýggjan venjara í Anders Gerber. Og blekkið var ikki meir enn blivið turt, so fóru søgur at ganga um, at NSÍ var farið at hyggja útum seg eftir styrki til hópin. Formaðurin í NSÍ, Sonni L. Petersen, sigur, at tað kann vera, at NSÍ fær styrk.
– Vit kunnu styrkja okkum sentralt allan vegin eftir vøllinum, men tað er óvist, um vit styrkja okkum meir. Tað verður so ikki tað heilt stóra. Vit hava í nøkur ár havt politikk um, at vit skulu ikki hava útlendingar og tað vilja vit helst halda fram við. So verður tað styrkur, so er tað mest sannlíkt føroyingar antin í Føroyum ella uttanlands, sigur Sonni L. Petersen sum væntar, at Harry Knudsen heldur fram sum hjálparvenjari.




