Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ hevur bankað ÍF tvey ár á rað

Jákup Ósá

Við knúsandi samanløgdum muni á 26-4 hevur NSÍ givið fuglfirðingum bank bæði í 2015 og 2016.

Tað hevur ikki verið stuttligt at verið ÍF viðhaldsfólk í dystum móti NSÍ í ár. Og serliga ikki í báðum dystunum í Runavík. Tí NSÍ hevur vundið burturúr ÍF og í gjár kom annar stórsigurin. Samanlagt hevur NSÍ vunnið 13-2 í tveimum heimadystum móti ÍF í ár. Og NSÍ hevur eisini gjørt slætt borð móti ÍF bæði í 2015 og 2016, sum hagtølini niðanfyri vísa.

2015

NSÍ-ÍF 3-1

ÍF-NSÍ 0-3

NSÍ-ÍF 5-1

2016

NSÍ-ÍF 6-1

ÍF-NSÍ 0-2

NSÍ-ÍF 7-1

Dystir: 6

NSÍ vunnið: 6

Javnleikur: 0

ÍF vunnið: 0

NSÍ skorað: 26 (4,33 í miðal)

ÍF skorað: 4 (0,66 í miðal)

Harleyfacadeacryl