Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

NSÍ hevur fingið frá grannunum

Jákup Ósá

(Úr Norðlýsinum mikudagin) Í NSÍ eru tríggir nýggir leikarar komnir til felagið og felags fyri allar er, at teir eru komnir frá grannunum hinumegin fjørðin, Skála. NSÍ hevur eisini mist nakrar leikarar, men tað er bara norski Peder Nersveen, sum spældi nógv alt kappingarárið. Tað er alment, at liðskiparin hjá EB/Streymi, Rógvi E. Nielsen, hevur vant við NSÍ, og tí er hugsandi, at hann fer at gera sáttmála við NSÍ. Tað ljóðar, at NSÍ møguliga fær tilgongd av einum útlendskum miðvallarleikara, sum nýggi svenski venjarin, Glenn Ståhl, kennir. Tað sama sóu vit í TB/FCS/Royn, tá hann var venjari har. Tá hevði felagið ein leikara, ið hevði spælt nógv í svenskum fótbólti.

Tilgongd:

Haraldur Højgaard

Karstin Hansen

Jákup Jakobsen

 

 

Frágongd:

Andri Benjaminsen

Óli Olsen

Einar Tróndargjógv

Peder Nersveen