Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ-KÍ 1. deild menn. (2-2) 4-3: Julian gjørdi dagsins mál

John William Joensen

Á Eystanstevnuni í kvøld var bríkslað fyri landskappingar-/stevnudysti við Løkin í Runavík í millum NSÍ og KÍ 1. deild menn.

Hóast dýrdarveður og stevna í Runavík, so sást tað ikki aftur á áskoðaratalinum, tí um vit telja nakrar fáar 1. deild KÍ- hang around’s við, so var ógvuliga soltið við áskoðarum. Men tey sum hugdu fingu ein rættuligan fótbóltsdyst við nógvum málum, heili sjey! Dysturin var, sæð úr einum KÍ sjónarhorni, væl spældur, og vit høvdu góðar løtur, men loyva ov nógvum málum inn. Og tað hevði Heri Thorsteinsson, málmaðurin, ikki skyldina av, tí hann stóð ein branddyst. Trý mál hjá NSÍ komu uppá returin, har verjan ikki ruddaði upp, og eitt uppá beinleiðis fríðspark.
Í 16 min. legði Viggo Johannesen NSÍ á odda við einum máli. Í 22 min. javnaði Erik Nielsen fyri KÍ. Í 42 min. legði Bergur Djurhus NSÍ framum 2-1 og í 45 min. javnaði Julian Samuelsen hjá KÍ við einum kanónskoti frá 25 metra frástøðu beint upp í tríkantin til hálvleiksstøðuna 2-2. Jú, ársins mál.
Í steðginum tosaðu vit um, hvat var gott og hvat skuldi betrast, men semja var um, at støðan í allar mátar var á einari leið. Kanska skuldi miðvengurnir hjálpa meira til, tá vit vóru í verjustøðu, men annars bara koyra straight ahead.
Støðan helt sær í seinra hálvleiki til 73. min, tá Helgi L. Petersen stútaði bóltin í netið til 3-2. Hetta loypti ein lítlan hvøkk á KÍ, tí áðrenn teir komu fyri seg aftur, í 79 min., økti Eyðstein Skipanes um NSÍ leiðsluna til 4-2. KÍ legði alt trýstið frameftir, og í 90 min. var brígslað fyri brotssparkið til KÍ, sum Páll Klettskarð trygt settið í netið til endaligu støðuna 4-3 til NSÍ.
Góður stríðsviljið, dreingir. Koyr á KÍ.

KÍ.
Heri Thorsteinsson, Rudolf Eliasen, Kaj Ennigarð, Ásbjørn Tungá (78. reytt kort), Fríðin Ziskason (78. Ári Samson), Erik Nilsen (72. Álvur Christiansen), John Hammer, Kristian á Lakjuni, Eli Simonsen, Páll Klettskarð, Julian Samuelsen. Á beinkinum Kritian Andreasen. Venjarar Fríðin Ziskasen og Hans Jacob Heinesen.

NSÍ
Predrak Stockovich, Viggo Johannesen, Eystein Skipanes, Hjalmar Dalbúð, Jens Joensen (78. Øssur Dalbúð) Eddie Michelsen, Karl Løkir (78. J.M.Mortensen) Fróði Johanessarson (79. Klæmint Olsen), Sonni L. Petersen, Bergur Djurhus, Debus Danielsen. Á beinkinum Rógvi Højgaard. Venjari Meinhard Dalbúð.

Dómarar Petur Reinert, Jan á Líðarenda og Jóannes Mikkelsen.