Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ liðið 2015 er søguligt

Jákup Ósá

Einki lið hevur áður skorað so nógv mál eitt einstakt kappingarár sum NSÍ 2015.

Eftir dystin sunnudagin hevur NSÍ skorað heili 72 mál í sínum 26 dystum í ár. Einki lið hevur skorað eins nógv mál áður. Í 2005 bleiv kappingin økt til 27 umfør, so tað eru liðini, sum hava spælt síðani tá, ið hava havt bestu møguleikar til at skora nógv mál. Eisini sást, at Víkingur ongantíð hevur skorað so nógv mál sum í ár og kann blíva liðið, sum hevur skorað næst flest mál nakrantíð.

Flest mál eitt kappingarár sambært FaroeSoccer:

72 mál: NSÍ 2015 (1 umfar eftir)

68 mál: HB 2013

66 mál: Víkingur 2015 (1 umfar eftir), HB 2005 og EB/Streymur 2011