NSÍ er í gongd við at missa góðu støðuna á stigatalvuni eftir 3. dystin á rað uttan sigur.
NSÍ er í gongd við at missa góðu støðuna á stigatalvuni eftir 3. dystin á rað uttan sigur.
Tað endaði 0-0 í Runavík millum NSÍ og TB. Hetta er 3. dysturin á rað, at NSÍ ikki fær fulla úrtøku. Eitt óvæntað úrslit, tí tað hendir ikki ofta, at NSÍ ikki fær fult á heimavølli móti niðaru liðunum. TB hevur ikki fingið góð úrslit seinastu tíðina og tí er tað helst komið sera væl við hjá uppflytarunum at fáa eitt stig á útivølli móti oddaliðnum.
Úrslitið merkir, at NSÍ nú mest sannlíkt verður trýst enn meir á stigatalvuni, har liðið fyri fáum umførum hevði eina trygga leiðslu. Um Víkingur og HB vinna sínar dystir móti botnliðum í morgin, so vera tey bara 3 stig aftanfyri runavíkingar, meðan B36 við sigri kann koma ájavnt við NSÍ, meðan KÍ við sigri kann blíva 6 stig aftanfyri NSÍ undan dystinum í Klaksvík næsta vikuskiftið millum júst KÍ og NSÍ.
Sostatt bendur nógv á, at tað kanska vera heili 4 lið, sum sunnukvøldið vera í FM stríðnum, har tað kanska vera 3 stig á muni millum nummar 1 og 4. Og vinnur KÍ sínar komandi tveir dystir, so er KÍ hægst 3 stig frá 1. plássinum í summarsteðginum, og tá verður talan um 5 lið, sum av álvara kappast um FM.




