Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ nærkast oddasessinum

Jákup Ósá

NSÍ vann í kvøld 4. sigurin á rað og nærkast nú av álvara oddasessinum í Effodeildini. 

Í kvøld var fyrsti dysturin á ólavsøku í Effodeildini, har AB tók ímóti NSÍ. AB gav harðari mótstøðu enn seinastu dystirnar, men móti endanum avgjørdi NSÍ og vann tepran 2-1 sigur. Sigurin sendur NSÍ upp á 2. plássið við 36 stigum – bara tveimum færri enn KÍ, ið tó hevur leikt ein dyst færri. Hetta var 4. sigurin á rað hjá NSÍ og tann triði tepri 2-1 sigurin, so í løtuni koppar tað til NSÍ. 
Fríggjadagin spæla B36 og Víkingur, og tá kann Víkingur taka 2. plássið aftur.