Dysturin fríggjakvøldið er millum tey bæði liðini í Effodeildini, ið hava størstu framgongdina í stigum, um vit samanbera við gongdina í fjør.
NSÍ hevur heili 12 stig fleiri enn fyri fyrstu 16 umførini í fjør. NSÍ er tað liðið, ið hevur størstu framgongdina. KÍ er síðani nærmasta liðið, ið hevur eina framgongd á 4 stig. Víkingur og tað seinasta liðið, ið hevur framgongd í stigum. Afturgongdin er ikki óvæntað størst í EB/Streymi.
+12 stig: NSÍ
+4: KÍ
+1: Víkingur
– 1: ÍF
– 3: HB
– 5: AB
– 7: B36
– 17: EB/Streymur
Uppflytararnir TB og FC Suðuroy hava ávikavist 17 og 13 stig í ár, meðan bæði Skála og B68 høvdu 9 stig eftir 16 umfør í fjør. Sostatt verður dysturin fríggjakvøldið í Klaksvík millum tey bæði liðini við størstu framgongdini í stigum.




