Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ og KÍ vunnu hvør sín dyst við Løkin

Jákup Ósá

Í dag spældu NSÍ og KÍ venjingardystir við Løkin, har meir enn 40 leikarar spældu.

Í dag spældu NSÍ og KÍ venjingardystir við Løkin.

Spælt bleiv fýra ferðir 30 minuttir, har liðini skiftu allar 11 leikararnar út eftir fyrsta tíman. Sostatt spældu 42 leikarar umframt onkrar afturat, ið fingu nakrar minuttir, í dag. Ein kann býta dystin sundur til tveir dystir. KÍ vann fyrra dystin 2-0, har liðini kanska í størri mun spældu við sterkastu uppstilling. Hetta var fyrstu venjingardystur hjá NSÍ og kanska gjørdi tað sítt til, at KÍ sat tungt á tí fyrsta hálva tíman. Tað gav eisini útiliðnum eina 2-0 leiðslu. Fyrsta skoraði Jóannes Bjartalíð og síðani Heðin Klakstein. Næsta hálva tíman mentist NSÍ og einu løtuna fingu teir lagt stórt trýst á KÍ. Teir fingu eisini brotsspark, men Meinhardt Joensen bjargaði royndini frá Árna Frederiksberg. Møguleikar vóru til fleiri mál hendan tíman, og m.a. høvdu bæði Semir Hadzibulic og Dion Splidt royndir á stengurnar.

Í seinna dystinum vóru m.a. Ahmed Mujdragic, Hjalgrím Elttør og Albert Adu á KÍ liðnum, meðan vit m.a. sóu Pól Jóhannus Justinussen og Klæmint A. Olsen á NSÍ liðnum. NSÍ var samanlagt betra liðið hendan dystin og vann eisini 1-0 við máli frá Per Langgaard, sum kom eftir hornasparksstøðu.

Fyrri dystur:

NSÍ-KÍ 0-2

0-1: Jóannes Bjartalíð

0-2: Heðin Klakstein

NSÍ(3-4-3): Símun Rógvi Hansen – Tobias Olesen, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Bárður J. Hansen, Bethuel Hansen, Karl Løkin, Andri Benjaminsen – Árni Frederiksberg, Hans Marius Davidsen, Petur Knudsen.

KÍ (4-4-2): Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Hørður Askham, Ísak Simonsen – Dion Splidt, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Heðin Klakstein – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð.

Seinni dystur:

NSÍ-KÍ 1-0

1-0: Per Langgaard

NSÍ (4-4-2): Karsten Hansen – Jann Benjaminsen, Jóhan Gaardbo, Per Langgaard, Jannik Olsen – Jonleif Højgaard, Magnus H. Olsen, Mórits Heini Mortensen, Jann Martin Mortensen – Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen

KÍ (3-4-3): Kristin Vilhelmsen – Atli Danielsen, Ahmed Mujdragic, Ólavur Niclassen – Aksel B. Danielsen, Steinbjørn Olsen, Tórur Justesen, Mikkjal á Bergi – Jóannes K. Danielsen, Albert Adu, Hjalgrím Elttør.

Skal tað telja sum ein dystur, so vann KÍ samanlagt 2-1.