Dystarfrásøgn og myndir.
(Dystarfrásøgn) KÍ dugdi ikki at gagnnýta undanvindin í fyrra hálvleiki og bleiv revsað fyri tað í seinna hálvleiki, tá NSÍ setti seg á fyrra partin av hálvleikinum og avgjørdi alt hesa løtuna.
Fitt av vindi var við Løkin, tá Lars Múller bríkslaði dystin í gongd. Hjá KÍ kom David Langaard inn fyri leikbannaða Ísak Simonsen, meðan ein skaði argaði Súna Olsen so mikið, at hann ikki fekk spælt. KÍ fekk undanvind í fyrra hálvleiki, tá vindurin ávirkaði spælið heilt nógv. Men KÍ fekk ongantíð veruliga lagt NSÍ undir trýst, og talan bleiv um ein hálvleik við fáum møguleikum. KÍ fekk tó ein risa møguleika, tá Páll A. Klettskarð skallaði innlegg frá Jóannes Bjartalíð uppum úr góðari støðu. Besta møguleikan hjá NSÍ fekk Pól Jóhannus Justinussen, men hann fekk ikki kraft á skallaran.
NSÍ revsaði KÍ
Í hálvleikinum bleiv KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen útskiftur. Helst vegna onkran skaða. Tað gjørdi, at fleiri leikarar skiftu pláss. M.a. fór Mayowa Alli í miðverjuna og eftir tað fekk vandamikli Árni Frederiksberg hjá NSÍ nógv betri pláss. NSÍ kom á odda í 48. minutti, tá Per Langaard skoraði eftir hornasparksstøðu, har KÍ ikki fekk ruddað nóg væl burtur. Í 63. minutti bleiv dysturin avgjørdur, tá Árni fekk gott pláss úti í høgru síðu, rakk inn og setti bóltin upp í málhornið. Eitt framúr gott mál. Eftir hetta royndi KÍ at koma inn aftur í dystin og fekk eisini nakrar brúkiligar møguleikar og einu ferðina sá út sum KÍ átti brotsspark, men floytan hjá Lar Múller tagdi.
Slakt KÍ avrik
Hetta var fyrsti dysturin hjá KÍ eftir steypasigurin og spurningurin var, hvørja ávirkan steypasigurin fór at hava á KÍ. Í hesi fyrstu royndini sá tað ikki gott út, hóast talan var um ein rímiliga javnan dyst, har NSÍ var eitt vet betri. KÍ fekk ongantíð sítt spæl at koyra, meðan tað í fyrra hálvleiki eydnaðist væl at halda NSÍ frá at koma til stórar møguleikar. Eftir dystin kann ein siga, at KÍ fekk ov lítið burturúr undanvindinum í fyrra hálvleiki. Á KÍ liðnum vóru fleiri leikarar, sum høvdu ein ringan dag, og tað verður revsað við Løkin. Sum KÍ spældi í dag, so fær liðið stórar trupulleikar við at gera nakað við Víking í Sarpugerði um eina viku, tá tað aftur er ein týðandi dystur í toppstríðnum í landskappingini. Slaka avrikið hjá KÍ sást eisini aftur í, at hetta var fyrsti landskappingardystur, har KÍ einki mál skorar. Í steypakappingini var tað eisini í einum dysti, at KÍ ikki skoraði og tað var eisini í Runavík móti NSÍ. Og tað er heldur ikki vanligt, at KÍ letur mál inn uppá deyðbóltsstøður, sum í fyrra málinum í dag. NSÍ spældi seg inn aftur í FM stríðið og vinnur Víkingur á KÍ komandi sunnudag og NSÍ vinnur sín dyst móti TB, so verður møguliga finalan um føroyameistaraheitið 25. september í Sarpugerði millum Víking og NSÍ.




