Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– NSÍ spælir meira beinleiðis fótbólt nú

Jákup Ósá

Venjarin hjá B36, Jákup á Borg, hungrar eftir einum sigri leygardagin.

Venjarin hjá B36 hungrar eftir einum sigri leygardagin.

Fyrr í dag kom fram, at kanska størsti B36 profilurin, Lukasz Cieslewicz, er uttanfyri við skaða í minst 4-6 vikur. Men eisini aðrir leikarar eru uttanfyri.

– Fróði P. Rasmussen er langtíðarskaddur og verður ikki klárur aftur fyrr enn EM endaspælið fer í gongd. Samstundis er Alex Mellemgaard langtíðarskaddur, Hannes Agnarsson fær ikki vant við fullari ferð og Jógvan Skeel Nolsøe hevur ikki vant í vikuni. Hinvegin eru Christian R. Mouritsen og Tórður Thomsen nú heilt klárir aftur, sigur Jákup á Borg við Norðlýsið.

– Tað er nokk eingin ivi um, at hetta eru tvey lið, ið eru øgiliga svong eftir at fáa ein sigur. NSÍ er farið at spæla meira beinleiðis, men teir hava nógvar góðar álopsdygdir. Vit royna at spæla sum vit plaga og royna at mynda ein dyst. Kanska verður dysturin eitt sindur varðin í byrjanini, men sum frálíður vænti eg, at hatta verður ein undirhaldandi dystur. Tí tað plagar tað millum hesi bæði liðini. Tað hevur ikki verið nøkur katastrofu byrjan hjá okkum, men ein kemur ongan veg við einum stigi. Vit eru á heimavølli, so vit eru ikki heilt nøgdir, um vit ikki fáa 3 stig, sigur Jákup á Borg við Norðlýsið undan stórdystinum leygardagin.

Harleywoodpaint