NSÍ gjørdist steypavinnarar í kvøld, tá teir í Leirvík vunni á unglingaliðnum hjá KÍ
Vælleikti dysturin á leikvøllinum í Leirvík endaði 2-1 til NSÍ.
Tá 40. minutir vóru farnir í fyrsta hálvleiki legði NSÍ seg á odda. Sutt eftir, í 41. minutti javnaði Kristoffer Jacobsen fyri Kí. Hetta var eisini støðan tá liðini fóru til dystarsteðg.
Í byrjanini av seinna hálvleiki legði NSÍ nógv fyri, og varð úrslitið, at teir skorðu og komu framum, tá eini 15-20 minuttir vóru farnir.
Eftir at NSÍ hevði lagt seg á odda, byrjaði KÍ at trýsta meir og meir. Teir høvd fleiri góðar møguleikar, men eingin kom inní meskarnar.
Samumtikið má sigast, at dysturin var ein vælspældur, javnur góður fótbóltsdystur, sum endaði við at NSÍ kundi lyfta steypi í sigursgleði.




