Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ størstu framgongdina – EB/Streymur størstu afturgongdina

Jákup Ósá

Samanbering við somu tíð í 2012: Hyggja vit eftir kappingini í Effodeildini um somu tíð í fjør, so hevur NSÍ størstu framgongdina, meðan meistararnir hava størstu afturgongdina tætt fylgdir av Víkingi.

8 umfør eru leikt í Effodeildini og nógv verður tosað um, hvørji lið eru betri ella verri fyri enn í fjør. Stigatalvan lýgur ongantíð, men summi lið hava søguliga sæð betri úrslit summar tíðir á árinum enn annars. Vit hava við hjálp frá FaroeSoccer samanborið gongdina tey fyrstu 8 umførini í ár við úrslitini í fjør eftir 8 umførum. Kanska heldur óvæntað fyri mong hevur NSÍ, sum í løtuni liggur nr. 6, størstu framgongdina við 7 fleiri stigum enn um somu tíð í fjør.HB hevur eisini fitta framgongd á 5 stig, meðan EB/Steymur og Víkingur hava størstu afturgongdina. Ávíkavist við 7 og 6 stigum.  

1. NSÍ 7
2. HB 5
3. 3
4. TB 1
5. ÍF -1
6. B36 -2
7. Víkingur -6
8. EB/Streymur -7
9. 07Vestur  3 stig færri enn B68
10. AB  1 stig færri enn Fc Suðuroy