Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ vann á HB í Gundadali

Jákup Ósá

Tveir av FM favorittunum spældu venjingardyst í Gundadali leygardagin.

Bæði liðini manglaðu fleiri leikarar í einum dysti, sum NSÍ vann 2-0. Fyrra málið var framúrskarandi einmansavrik frá Peturi Knudsen, sum kann síggjast á youtube rásini hjá NSÍ niðast í greinini.

HB byrjaði við hesum liðnum: Matthias Lamhauge – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Bartal Wardum, Ári M. Jónsson – Tróndur Jensen, Heðin Hansen, Martin Bergvold, Símun Samuelsen – Sebastian Pingel, Adrian Justinussen.

NSÍ byrjaði við hesum liðnum: Símun Rógvi Hansen – Tobias Olesen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard, Andri Benjaminsen – Bárður Hansen, Karl Løkin, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen.

HB-NSÍ 0-2

0-1: Petur Knudsen

0-2: Árni Frederiksberg