Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ viðhaldsmaðurin í Klaksvík: NSÍ vinnur!

Jákup Ósá

Norðoyastevna er og NSÍ hevur lært av síðsta dystinum. Tí vinnur NSÍ dystin á Norðoyastevnu, sigur Hassadi Midjord, sum býr í Klaksvík, men heldur við NSÍ.

Hann býr í Klaksvík, men ivast ikki í, at NSÍ reisir seg til landskappingardystin í Klaksvík sunnudagin á Norðoyastevnu eftir 4-1 tapið í steypakappingini fyri 9 døgum síðani. Hassadi Midjord hevur í nógv ár búð í Klaksvík, men sum smádrongur vaks hann upp í NSÍ, og tað er NSÍ, sum er hansara lið í Effodeildini. Hann er í eitt sindur serligari støðu við at hann býr í Klaksvík, men er ivrigur NSÍ viðhaldsmaður.

– Eg haldi ikki, at tað er nakar trupulleiki at búgva í Klaksvík og halda við NSÍ. Fólk eru ósamd, men alt er við góðari meining. Mær dámar eisini væl, at KÍ stendur seg væl, sigur Hassadi Midjord við Norðlýsið undan dystinum.

NSÍ lærdi av síðsta dystinum

Hassadi væntar ikki, at 4-1 úrslitið í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini endurtekur seg hesaferð, tí NSÍ hevur lært av seinasta dystinum.

– Eg vænti, at NSÍ hesar dagrnar hevur vant at dekka upp fyri hasum trýstinum, sum KÍ kemur við. Tað hevur ikki so stóran týdning um leikskipanin eitur 3-4-3 ella 4-3-3 ella okkurt heilt annað. Lyklaleikararnir hjá NSÍ eru Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg, meðan Jonas F. Rasmusen hevur verið framúr hjá KÍ í ár. Men umframt at eg vænti, at NSÍ hevur lært av feilunum seinast, so er tað Norðoyastevna, og har hevur KÍ ikki vunnið í 14 ár. Tað trúgvi eg ávirkar KÍ, sigur Hassadi, sum væntar, at NSÍ vinnur 2-1 á KÍ sunnudagin.

KÍ og NSÍ møtast í Klaksvík sunnudagin kl. 15.00.