Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú ber til at søkja um jólahjálp

Tíðindaskriv

Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga, kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menniskjum góður tokki.

Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga, kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menniskjum góður tokki.

Til ber at søkja á tveir ymiskar hættir:

• Far inn á www.takk.fo og fylli út umsóknarblaðið á síðuni

• Ring tlf. 212216 mánakvøldið 30. nov og týskvøldið 1. des millum kl. 19.00 – 21.00, so verður umsóknarblaðið fylt út umvegis telefonina.

Nógv trýst er altíð á tlf. hesi bæði kvøldini, tí heita vit á tykkum um at fylla út umsóknarblaðið á www.takk.fo og bert ringja um tit ikki hava atgongd til netið ella um tit hava trupulleikar við at fylla út umsóknarblaðið.

Øll kunnu trygt søkja um jólahjálp, tí eingin óviðkomandi fær innlit í umsóknirnar. Viðgerðin av umsóknunum fer fram í trúnaði og undir tagnarskyldu. Tá jólahjálpin er latin, verða allar umsóknir burturbeindar.

Søkja fleiri enn til ber at veita jólahjálp, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast.

Seinasta freist at søkja um jólahjálp er mikudagin 2. desember á midnátt, og í seinasta lagi 21. desember hava øll fingið svar.

Vegna Í menniskjum góður tokki

Djóni Eidesgaard

Aðalskrivari

Barnabati