Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nú byrja summarlegurnar í Zarepta

Jóhann Lützen

Sum tað sæst á Zarepta.fo er samlaða leguskráin rættiliga drúgv – frá fyrst í mei til mitt í oktobur. Vetrarhálvuna eru tað ymsu samkomurnar runt landið sum nýta Zarepta til samkomu-vikuskiftislegur

 



Komandi vikuskifti, sunnudagin 25. juni, byrjar summarleguskráin við fyrstu ungdómsleguni sum er fyri tey 16-17 ára gomlu. Enn er pláss fyri leguluttakarum har, tilmeldingin fer fram á zarepta.fo. Legan endar leygarmorgunin 1. juli. Næsta ungdómslegan, fyri tey sum eru 15 ár, byrjar so sunnudagin 2. juli. Har er eisini pláss fyri fleiri ungum, so meldið til á zarepta.fo. Og síðani halda barnalegurnar fram, sí leguskránna á heimasíðuni. 


Endamálið við summarlegunum á Zarepta er neyvt tað sama sum av fyrstum – sum eisini stendur á zarepta.fo:
“Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds.

Vit ynskja at geva børnum og ungum eina góða uppliving saman í tryggum umhvørvi við spæli og fjølbroyttum ítrivi.

Eisini ynskja vit, at tey mennast innan karmarnar fyri góðari samveru millum menniskju: At vera ásettum reglum lýðin, at bera seg siðiliga at og at virða hvør annan.

Dentur verður eisini lagdur á at sýna náttúru- og mentanarvirðum ans.”

 


Verið hjartaliga vælkomin á summarlegu í Zarepta!


Ein filmur, ið er gjørdu sum innbjóðing til legurnar:


https://youtu.be/6-qG-iw6zPM