Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú byrjar hondbólturin

Hannefía Joensen

Leygardag verður hol sett á eitt nýtt kappingarár. Kvinnurnar hjá Stjørnuni leggja fyri við á heimavølli at leika móti uppflytarunum úr VÍF. Dysturin byrjar kl. 16:00

Stjørnukvinnurnar byrjaðu at venja 1. august. Venjari er danin Morten Hust Petersen, sum seinastu tvey árini hevur vant besta mannsliðið hjá VÍF. Sum skilst, so hava venjingarnar gingið væl, og uppmøtingin hevur verið góð.
Seinasta vikuskifti hava kvinnurnar hjá Stjørnuni verið í Danmark á venjingarlegu, har tær hava vænt og leikt fleiri venjingardystir.

Onkrar broytingar eru á liðnum
Í mun til seinasta kappingarár eru onkrar broytingar á liðnum. Durita Christoffersen fer nú at leika við VÍF og Dianne Møller er farin aftur til Danmarkar. Men onkur nýggjur leikari er komin til liðið. Úr rumenina er komin Valentina, sum skal leika á høgra bakki, og Annika Ljósstein, sum seinasta kappingarár leikti við Neistanum, er komin aftur til Stjørnuna at leika. Hópurin sær rættiliga spennandi út við einari góðari blanding av eldri royndum leikarum og ungum evnríkum leikarum.

Dysturin millum Stjørnuna og VÍF verður í KÍ-høllini leygardagin kl. 16:00.