icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú byrjar Kvøldskúlin aftur

klaksvik.fo

Nú er at skunda sær, um man vil melda til okkurt av mongu tilboðunum í Kvøldskúlanum í vetur. Tilmeldingin byrjaði um hálvan september og endar fyrst í oktober.

Kvøldskúlin hevur eina breiða viftu av tilboðum at bjóða innan list, drama, handaverk, mat, dans, rørslu, fornfrøði, skaldskap, video, foto og mangt annað.

Ymiskt nýtt er á skránni. Úr rúgvuni kunnu vit nevna eitt forkunnugt skeið, har fornfrøðingarnir,
Steffan Stumann Hansen og Anna Katrin Matras greiða frá fornfrøðiliga mentanararvi Føroya við atliti til at umsita, granska og formidla, eins og hugt verður at hesum í mun til altjóða fornfrøði. Umframt undirvísing verður eisini vitjað út á fornfrøðilig støð. Byrjað verður við fornfrøðiligum støðum í ærumhvørvinum.

Klaksvíksingurin, Kári Østerø (cand Theol), er júst fluttur heimaftur, og hann fer at hava eitt skeið í Koine grikskum á byrjanarstøði, har møguleiki verður at læra frummálið, sum nýggja testamentið varð skrivað á. Steintór Rasmussen, sum øll kenna við sínum fólkakæru sangum er eisini farin at skriva bøkur. Hann kemur at hava eitt kreativt skriviskeið, har fólk kunnu fáa íblástur og amboð til at seta orð lívið og dagin.

Jógvan á Høvdanum hevur verið sera virkin seinastu tíðina at framleiða tekningar, sum eisini hava verið frammi í altjóða miðlum. Hann fer at hava eitt skeið, har vísir teknikkir, sum verða brúktir, tá ið satiru og barnatekningar um ræður. Eisini vísir hann, hvussu hann talgildar og litleggur myndir.

Tilmelding á netinum. Tann nýggja tíðin ger, at fólk avgreiða meir og meir síni peningaligu viðurskifti sjálv yvir netið. Hetta er eisini galdandi fyri Kvøldskúlan, men viðvíkjandi venjing í Smæruni fyri fólk 60 +, so er ynskiligt, at fólk melda til hjá undirvísarunum, so tey betur kunnu bólkast eftir førleikum. Síðani verður gjaldið avgreitt umvegis netið, og um fólk sjálv ikki duga at fáa tað at rigga, so ber til at hava visakortið við til fyrstu venjing, og so fáa tey hjálp til at avgreiða gjaldið við kortinum.

Annars kunnu fólk altíð kunna seg meira á heimasíðuni www.kks.fo