Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er aftur koyrandi eftir Heygavegnum

klaksvik.fo

Arbeiðið at dagføra spillavatnsskipanina er nú komið somikið lagt, at asfaltsarbeiðið nú eisini um at vera liðugt.

Arbeiðið, sum hevur verið drúgt, m.a. orsaka av nógva kavanum í ár, er nú komið somikið lagt, at koyrandi nú aftur er eftir Heygavegnum. Enn restar tó í at gera kantsteinar, gonguteigar og aðar manglar, aðrenn verkætlanin at betra um spillvatnsskipanina hjá 63 húsarhaldum og virkjum er heilt liðug.

Arbeiðið, sum er framt á vegastrekkinum millum Ziskagøtu til Gerðagøtu, er sera umfatandi og hava SEV og Føroya Tele eisini lagt leiðingar í vegin.