Koronasmittan er farin at gera um seg aftur, og á Klaksvíkar sjúkrahúsið vóna tey at geva næstan 2.000 prik í vikuskiftinum. Koppsetingin er einasta vápnið móti smittuni, sigur Súsanna Olsen, varastjóri.
Aftur í dag kundi landslæknin boða frá nýggjum tilburðum av koronu í Føroyum. Í løtuni eru 34 smittað og fleiri enn 200 eru í sóttarhaldi. Tað er nýggja frábrigdið, rópt deltafrabrigdið, sum veruliga er farið at gera um seg her heima. Sambært landslæknastovninum, so eru fleiri ókendar smittukeldur leysar.
Hetta er lítið hugaligt, og vindur hetta uppá seg, so eru summarstevnurnar og onnur summartiltøk veruliga í vanda. Tí er neyðugt at fólk verða koppsett – ongantíð ov skjótt, so vit kunnu røkka floksimmunitetinum, og aftur liva sum vanligt.
Koppseta av øllum alvi – enn nógvar tíðir tøkar í vikuskiftinum
Tey góðu tíðindini eru, at vit nú endiliga fáa tær nøgdirnar av koppingarevni til Føroyar, sum skulu til, fyri at fáa bilbukt við koronusmittuna. Heilsumálaráðið boðaði í gjár frá, at komandi vikurnar koma 34.000 skamtar av koppingarevni, og við hesum skamtum kunnu vit vænta, at øll, 16 ár og eldri, hava fingið minst eitt prik á ólavsøku.
“Okkara partur skal so ikki liggja eftir”, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, nú tey rigga til enn ein dag við koppseting. “Í dag koppseta vit gott 300 fólk og vit hava latið upp fyri nýggjum tíðum í vikuskiftnum”.
“Um nóg nógv fólk taka av tilboðnum, so koppseta vit 1.700 fólk í vikuskiftinum. Tað fer at gera góðan mun her norðuri, sigur Súsanna og leggur aftrat, at tað koma fólk úr øllum Føroyum á Klaksvíkar sjúkrahús at lata seg koppseta.
Fólk kunnu fáa sær tíð til koppseting á corona.fo



