Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er enn ein bók við Skakandi tilburðum komin

Tíðindaskriv

Í alt eru 13 tilburðir í bókini. Alt frá bjarging av ungfólki í bili á havsins botni til bragd framt í tyrlu undir bjarging. Søgurnar eru úr Vágum, Suðuroynni, Norðoyggjum, Eysturoynni og Streymoynni.

Aftur í ár eru søgur úr Klaksvík. Familja, sum fekk skriðulop yvir húsini, har børn og kona vóru í størsta lívsvanda. Um bilin, sum gleið út av kajuni á Stongunum, har bjargingarmennirnir, Høgni Høgnesen, Øssur Gerðalíð og Lassin Isaksen framdu eitt satt bragd og bjargaðu bilføraranum. Um mann á Norðoyri, sum bjargaði sær út á takið í síðstu løtu undan eldsbruna.

Bókin er 141 blaðsíður. Við nógvum myndum og tekning av sjálvari hendingini, livir lesarin seg inn í søguna.