Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er HB FM kandidatur

Jákup Ósá

(HB-Víkingur) Fyritreytirnar hjá HB er munandi broyttar seinastu vikurnar. Við sáttmálanum við Fróða Benjaminsen er HB við 4 leikarastyrkum seinastu vikurnar uttan iva ein FM kandidatur.

(HB-Víkingur) Fyritreytirnar hjá HB er munandi broyttar seinastu vikurnar. Við sáttmálanum við Fróða Benjaminsen er HB við 4 leikarastyrkum seinastu vikurnar uttan iva ein FM kandidatur.

HB er í vetur av teimum flestu gjørt til eitt lið, sum kom at kappast um 4. plássið. Hetta tók støðið í, at liðið hevði mist fleiri royndar leikarar. Men seinastu vikurnar eru fyritreytirnar munandi broyttar og skuldu fólk sett stigatalvuna nú, so hevði HB helst ligið væl omanfyri. HB hevur fingið 8 leikarar til hópin, sum ikki spældu í fjør, meðan 5 leikarar eru farnir. Til HB hópin seinastu vikurnar eru komnir Ári M. Jónsson, Øssur Dalbúð, Arnbjørn T. Hansen og Fróði Benjaminsen, har Arnbjørn tó ikki verður tøkur fyrsta partin av kappingini vegna skaða. Ári, Fróði og Arnbjørn eru antin fyrrverandi ella núverandi A-landsliðsleikarar, meðan Øssur er ein royndur málskjútti, sum seinastu tvey árini í føroyskum fótbólti skoraði 13 mál. Hyggja vit t.d. eftir FM liðnum hjá HB í 2013, so spældu Teitur M. Gestsson, Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Pál M. Joensen, Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen fast ella partvís inni á liðnum. Her tosa vit um 7 leikarar. Afturat hesum koma Ári M. Jónsson, Rókur Jespersen, Øssur Dalbúð, Magnus Egilsson, sum allir hava sligið sítt navn ígjøgnum fyri føroyskan fótbólt. Og so skulu ungu leikararnir ikki gloymast. Bartal Wardum fekk sínar fyrstu minuttir í 2013 og eisini Teit Jacobsen og Adrian Justinussen hava spælt nakrar dystir, meðan sandoyingurin Ari M. Olsen skoraði nógv mál fyri B71 í 1.deild í fjør. Nú hava vit ein hóp, sum einki stendur aftanfyri hinar avbjóðararnar hjá B36 og hóast formurin hjá Lukasz Cieslewicz og Róaldi Jakobsen í løtuni framvegis ger B36 til FM favoritt, so er kanska ikki nógv sum skal til, áðrenn grannarnir fara framum.

Fakta um broytingar í HB hópinum undan kappingarárinum 2016:

Inn: Tróndur Jensen, Ari M. Olsen,Jákup F. Hansen, Niklas Thomsen, Magnus Egilsson, Símin Hansen, ÁriM. Jónsson, Øssur Dalbúð

Út: Alex dos Santos, Rógvi S. Holm,Andrew av Fløtum, Levi Hanssen og Gunnar Haraldsen

Metingar

HB-Víkingur

Ein topp dystur tíðliga í árinum millum kanska teir báðar størstu FM avbjóðararnar hjá B36, nú HB seinastu vikurnar hevur styrkt seg við 3-4 leikarum av ovastu hill. HB kemur sum favorittur til hendan dystin. Og grundgevingarnar eru fleiri. Eitt er, at HB helst er í betri venjingarstøðu, tí havnarliðið hevur kunna vant í alt ár uttan at hava verið darvað av kava, meðan nógvar venjingar í Sarpugerði hava verið broyttar, tí kavi hevur ligið á vøllinum. Harafturat manglar Víkingur týðandi leikarar og ivasamt er, hvussu væl fyri Hans Pauli Samuelsen er, tí hann hevur nærum einki spælt enn. Hans Jørgen Djurhuus hevur heldur ikki spælt seinastu vikurnar, og tað er ein lyklaleikari til stóru dystirnar. HB er á heimavølli og hevur gott tak á heimavølli móti Víkingi seinastu tvey árini, har HB hevur vunnið tveir av seinastu trimum heimadystunum. Tipping: 1 (2-1)

Metingar um allar hinar dystirnar í 1. umfarinum kunnu lesast í Norðlýsinum, sum í dag er komið út í sølubúðirnar.