Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nú er klárt til Europa League móti Birkirkara á Malta

Jákup Ósá

Eftir nakrar frálíkar dagar í góðveðrinum á Malta hjá hópi, leiðslu, viðhaldsfólkum, miðlum o.ø. er nú klárt til dagin, har KÍ skal standa sína roynd í ársins Europa League. Alt fyrireikingararbeiðið skal nú standa sína roynd. Veddingarfyritøkurnar siga, at Birkirkara er favorittur í kvøld, men ikki nakar stórfavorittur. Tí er kanska nógv størri spenningur til hendan útidystin enn vit hava havt til undanfarnu uppgávur hjá KÍ, tá mótstøðuliðini altíð hava verið stórfavorittar í sínum heimavølli. Hitin er hægri enn í Føroyum, men ikki so høgur, at tað er nøkur umbering fyri avrikinum. KÍ hevur fyrireikað seg væl, meðan Birkirkara hevur keypt nógv inn í summar og áður er komið heilt til triðja umfar í Europa League.

 

Slagið skal standa kl. 19.00 lokala tíð á The Centenary Stadium. Myndirnar eru frá mikudegnum.

Harleywoodpaint