Í hesi vikuni verða samráðingar millum Landsstýrið og donsku stjórnina um støddina á ríkisveitingini komandi ár.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eigur at leggja upp til at strika fastfrystingina av ríkisveitingini, heldur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður
– Nógv eygu er vend móti landsstýrismanninum í fíggjarmálum, nú ríkisveitingin fyri 2010 skal ásetast.
Tað sigur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, í sambandi við, at samráðingar verða í hesi vikuni millum Landsstýrið og donsku stjórnina um støddina á ríkisveitingini í 2010.
Vegna Landsstýrið skal Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, føra samráðingarnar.
Strika fastfrysting
– Føroyar hava útlit til eitt risastórt hall á fíggjarlógini, og vælferðartænastur eru í vanda. Tí er sjálvsagt, at Jóannes Eidesgaard eigur at spæla út við, at fastfrystingin av ríkisveitingini skal strikast. Fastfrystingin kostar uml. 110 mió. kr. hvørt ár, sum skuldu komið beint inn á føroysku fíggjarlógina, sigur Edmund Joensen.
Hann vísir á, at danska stjórnin longu í mai í ár boðaði frá, at hon er sinnað at viðgera eitt slíkt útspæl úr Føroyum.
Sambandsflokkurin stendur allur samdur aftan fyri landstýrismannin í sjónarmiðnum um at avtaka fastfrystingina nú. Landsstýrismaðurin hevur fingið skriv hesum viðvíkjandi.
Fastfrysting útholar ríkisveiting
Sjálv ríkisveitingin er eitt týðandi íkast til føroyska búskapin og er 615,5 mió. kr. árliga sambært avtalu millum Landsstýrið og stjórnina.
Fastfrystingin av ríkisveitingini hevur verið galdandi í fleiri ár. Hon var ein polittisk avgerð hjá sokallaða Fullveldislandstýrinum í 2002. Hon ber í sær, at veitingin er ein føst upphædd ár undan ári. Meðan alt annað í samfelagnum náttúrliga hækkar í prísi, stendur virðið á ríkisveitingini í stað. Nú er tíðin komin at avtaka fastfrystingina.
– Ríkisveitingin verður útholað og gerst soleiðis støðugt minni verd. Tað er ein órímilig støða, ið nú kann broytast í samráðingunum um fáar dagar, sigur Edmund Joensen.
– Landsstýrið kann ikki forsvara at spara hjá teimum veikastu bólkunum í samfelagnum og samstundis tveita stórar milliónauppaftur burtur. Tað hongur ikki saman, sigur løgtings- og fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum.




