Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nú er skjótt fult í lastini

Oliver Joensen

Norðlýsið hevur tosað við Norðsøka í morgun. Teir eru sum kunnugt á íslandsmiðunum á snelluveiðu, har stóri parturin av veiðuni hevur verið upsi og so nakað av toski. Við Norðsøka eru: Heri Vang, skipari, Christian Olsen, Símun Pauli Fuglø Sivertsen, Andreas Andreasen, Jacob Andreas Ritter.

Tá vit tosaðu við Hera Vang í morgun, segði hann, at teir hava helst góð 70.000 pund inni og at teir framvegis fiska. Nærum onki pláss er eftir í lastini, tí liggja vit á toskinum í morgun. Ætlanin er at vit skulu avreiða á Kósini mikumorgunin, so skjótt fara vit at sigla.

Lagið er framúr gott umborð i dag, veðrið er gott, sum sæst á myndunum, sum tiknar eru í gjár var rættuligt summarveður. Menn hava kítt seg við snellurnar hendan túrin, og sum sæst á eini myndini, so er ikki altíð so góð tí at fáa sær at eta. Christian Olsen, sum er aftasti maður í stýriborð, fær sær turran fisk og turra grind og spik ímillum dregg málingaspannir og ymiskt togverk. Men tá fiskur er at fáa, ber alt til og menn eru glaðir fyri fong.

Norðsøki verður neyvan á Kósini fyrr enn seint týskvøldið, um teir yvirhøvur náa til landing mikumorgunin.