Ódnarveðrið í Danmark: Søguliga ódnarveðrið, sum hevur valdað í Danmark í dag, er so at siga avhæsað nú. Illveðrið hevur havt nógvar forðingar í ferðslu, bæði ferðslu á flogi og á vegi. Nógv fólk sita føst kring landið, tí ferðslan ikki er komin heilt í rættlag enn.

Eini 5000 fólk sita føst á busssteðgistaðið, jarnbreytarstøð og í tokum. Summi verða helst noydd at sova í tokinum í nátt, greiða arbeiðsfólk frá.
“Metroin” koyrir ikki og hetta hevur m.a. við sær, at rættiliga nógv fólk hava ilt við at sleppa úr floghavnini í Kastrup. Hetta er eisini ein orsøk til, at ein fleiri hundrað metur long kø av hýruvognsbilum stendur uttanfyri floghavnina.
Virksemið er annars byrjað aftur á flogvøllinum í Kastrup, men enn er ikki fingin heilt bilbugt við støðuna.
Ódnarveðrið er av, men tað er eingin ivi um, at nógv ruddingararbeiðið er fyri framman komandi náttina og í allan morgin.