Fríggjadagin 2. aug. hava vit ætla at gera gongutúr niðan á Depilsknúk og Toftaknúk omanfyri Árnafjørð. Tað er ein nakað tungur túrur, vit ganga í eini 5 tímar, niðan í Katlarnar, gamla tingstaðin í Norðoyggjum og harfrá uppá Depilsknúk, Toftaknúk og helst eisini Tólvmarkaknúk á veg oman aftur í Árnafjørð. Vit møtast millum tunellirnar kl 16.
Nú er veðrið yvasamt til fríggjadagin, men vit halda okkum til planin inntil víðari. Tað hevði verið deiligt um tey, sum eru áhuga at koma við siga frá á tlf 267246 ella á okkara facebooksíðu. So kontakta vit tey tey um broyting kemur í.




