Snellubátarnir rokast nú á Norðhavinum. Tá vit tosaðu við Magnus Johansen, skipara á upsabátinum Karlamagnus, segði hann, at teir lógu norðanfyri og royndu eftir upsa, men fingu bara tosk. Tað man vera góður hávur tími síðani vit tosaðu við hann og tá metti hann seg at hava fingið um eitt tons við snelluni, næstan alt stórur toskur. Nú er toskurin komin, toskur, sum vit ikki hava sæð í fleiri ár, -gud vitið hvar hann hevur verið, segði Magnus.
Av NFCS virkinum, har snellubátarnir avreiða, segði Elsubeth Poulsen, at eini 10 snellubátar høvdu avreitt veiðuna frá í gjár og at teir flestu lógu ímillum 1400 pund og 3000 pund.
Av Eiði frætta vit at i gjár mundu eini 40 bátar avreiða góðan stóran tosk. Ásbjørn Djurhuus stjóri á Bátafisk sigur, at sum hann minnist, so munnu tað vera eini 10 ár síðani at snellubátarnir hava fingið so mikið. Ein maður, sum hevur avreitt her, segði mær, at hann hevði verið úti í 11 dagar og hann hevði fingið 11 tons.
Fiskurin bátarnir fáa er ikki 2-3 ára gamal fiskur, hetta er toskur sum vigar frá 7 pundum og uppeftir. Teir 40 bátarnir, sum avreiddu í gjárkvøldið høvdu til samans 41 tons. Jú, vit kunnu siga, at toskurin er komin aftur.
Tað er ikki sørt, at fiskimenn tosa um sunami spádómarnar hjá Osmundi Justinussen.




