Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er útselt til Smyril – og fleiri eru á bíðilista

Nordlysid

Kunningarstovan í Klaksvík upplýsir, at allir ferðaseðlar nú eru bílagdir til túrin hjá Smyrli til finaluna um løgmanssteypið, og harafturat standa fleiri á lista, um so er, at okkurt pláss verður tøkt.

Kunningarstovan í Klaksvík upplýsir, at allirferðaseðlar nú eru bílagdir til túrin hjá Smyrli til finaluna umløgmanssteypið, og harafturat standa fleiri á lista, um so er, at okkurt plássverður tøkt.

 

Nú ergreitt, at tað verður ein fullsettur Smyril, sum fer av Klaksvík til Havnar tilfinaluna um løgmanssteypið leygardagin 27. august.

 

Hóskvøldið7. juli fekk Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fráboðan frá teimum áKunningarstovuni í Klaksvík, at nú eru tey liðug at gjøgnumganga allar teirhundraðtals teldupostarnar, sum tey hava fingið frá spentum KÍ-fjepparum, sumynskja at taka túrin við Smyrli til og frá finaluni millum KÍ og Víking.

 

Sum veraman, so fegnast borgarstjórin um dyggu undirtøkuna.

 

– Tað varseinasta fríggjadag, at vit fingu avtaluna upp á pláss við Strandferðsluna, ogsum eg skilji á Kunningarstovuni, so vórðu tey 975 plássini umborð á Smyrlirivin burtur beinanvegin í vikuskiftinum. Tað hevur sjálvsagt tikið sína tíðhjá teimum at komið ígjøgnum mongu teldupostarnar, og sum støðan er nú, sostanda 181 á bíðilista, so eftirspurningurin er stórur, sigur Jógvan Skorheim.

 

Navn skal upplýsast til

hvørja einstaka billet

Kunningarstovaní Klaksvík upplýsir, at øll, sum higartil hava bílagt sær billet, hava fingiðsvar.

 

Tey roknavið, at fáa ferðaseðlarnar norður 18. juli, og tá verður byrjað at útflýggjahesar til tey, sum hava fingið pláss við Smyrli.

 

Í hesumsambandi leggja tey á Kunningarstovuni dent á, at øll nøvn skulu upplýsast tilhvønn einstakan ferðaseðil. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at fólk einanskeypa ferðaseðil til egna nýtslu, og at eingin leggur billettir undir seg tilat selja víðari.