Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú eru 60 milliónir flóttafólk í heiminum

Helgi Abrahamsen

“Samstundis sum støðan hjá flóttafólkum versnar, minkar hjálpin.” Tað sigur Amnesty International, Føroya Deild í einum tíðindaskrivi í dag.

Dagurin í dag er altjóða flóttafólkadagur, og Amnesty vísir á, at tað nú eru meira enn 60 milliónir flóttafólk í heiminum.

“Ein sera stórur meiriluti av teimum heldur til í menningarlondum við veikum búskapum, skipanum og stovnum, og tí er tað ein stór avbjóðing hjá hesum londum at tryggja flóttafólkunum grundleggjandi mannarættindi, eitt nú atgongd til vernd, mat, bústað, heilsutænastur og útbúgving,” sigur Amnesty International.

Føroyar hjálpa ov lítið

Amnesty Føroya Deild heitir á almennu Føroyar um at tryggja, at flóttafólk fáa ta hjálp, tey hava rætt til, og at Føroyar leggja størri orku í hesa felags avbjóðing.

“Vit eru sannførd um, at vit kunnu gera meira – bæði nú og í framtíðini. Tí hvat høvdu vit sjálv gjørt, um vit vóru í støðuni hjá flóttafólkunum og vóru noydd at liva við ongari virðing í svárari og eyðmýkjandi neyð?” spyr Amnesty International Føroya Deild. Tey vísa á, at hjálpin sum Føroyar veita flóttafólkum í nærumhvørvinum, stendur ikki mát við okkara ríkidømi og vælferð.

“Vit lata fleiri ferðir minni í neyð- og menningarhjálp enn tað, sum ST setti út í kortið fyri 2015, og hyggja vit at, hvussu nógvum flóttafólkum grannalond okkara hava veitt friðskjól, eru vit sera langt aftanfyri,” sigur Amnesty Føroya Deild.