Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú eru 7 finaludystir eftir hjá KÍ í ár

John William Joensen

Tað verður ein harður og seigur kampur um yvirliving hjá KÍ, nú Vodafone-liðið hjá felagnum framvegis liggur næstniðast í deildini, og bert ein triðingur er eftir at spæla av kappingini.

Við HB-dystinum vóru fyrstu tveir triðingarnir av kappingini í ár spældar. Harvið er ein triðingur eftir, svarandi til íalt 9 dystir ella 27 stig at spæla um.

Tað skuldi verið nóg mikið, um KÍ bara byrjar at vinna aftur, men tað er sjálvandi lættari sagt enn gjørt. Ikki tí – liðið er gott og tykist vera í batningi, hvat spæli víðvíkur, men málini í tí rætta endanum lata framvegis bíða eftir sær.

Men nú verður altso hvør dystur at meta sum ein finala, og tað leggur – í sær sjálvum – eitt eyka trýst á KÍ-leikararnar.

Tað er nú, at teir vaksnu, royndu menninir eiga at fara at traðka í karakter.

Dystirnir, sum eftir eru sambært www.fsf.fo:

16-08: 19. umfar NSÍ – KÍ
19-08: 20. umfar KÍ – Víkingur
23-08: 21. umfar B36 – KÍ
30-08: 22. umfar KÍ – AB
12-09: 23. umfar ÍF – KÍ
16-09: 24. umfar B68 – KÍ
20-09: 25. umfar KÍ – 07 Vestur
27-09: 26. umfar HB – KÍ
03-10: 27. umfar KÍ – EB/Streymur

Harleyfacadeacryl