Nú harurnar hava skift lit frá tí gráa vetrarbúnanum til tann brúnliga summarbúnan, hevur lívfrøðingurin, Eyðfinn Magnussen, hildið eitt vakið eyga við teimum.
Nú harurnar hava skift lit frá tí gráa vetrarbúnanum til tann brúnliga summarbúnan, hevur lívfrøðingurin, Eyðfinn Magnussen, hildið eitt vakið eyga við teimum.
Litbroytingin hendir í endanum av apríl og í byrjanini av mai, men ongar nágreiniligar kanningar eru fyrr gjørdar av hesum litskiftinum, hvørki nær tað byrjar ella yvir hvussu langa tíð, litskiftingin fer fram.
Tí setti Eyðfinn tann 21. apríl nøkur sjálvvirkandi myndatól við fýra harusetur í einum haga í Kollafirði. Myndatólini eru innstillað soleiðis, at tá okkurt rørir seg frammanfyri harusetrunum, verður ein mynd tikin. Myndin verður skrásett við dato og klokkusletti. Á henda hátt ber til at skráseta, hvussu harurnar síggja út, og nær tær eru aktivar.
Nýggjastu myndirnar eru tiknar 20. mai, og tá eru litskiftingin liðug.
Ætlanin er at seta myndatólini uppaftur í heyst, soleiðis at til ber at skráseta nær harurnar skifta yviraftur frá tí brúna til tann gráa litin.




