Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú fáast 1-dagsatgongumerki til G!

Danial Viðoy

Nú einans 9 dagar eru eftir til G! Festivalin, økist áhugin støðugt, serliga eftir, at skráin varð kunngjørd í gjár, hevur áhugin verið stórur.

Nú einans 9 dagar eru eftir til G! Festivalin, økist áhugin støðugt, serliga eftir, at skráin varð kunngjørd í gjár, hevur áhugin verið stórur.

Tað skrivar G!.


Nú setur G! eitt avmarkað tal av 1-dags atgongumerkjum til sølu á gfestival.fo.

Hesi atgongumerki eru ætlaði teimum, ið hava hug at fara á G! ella hug til at hoyra okkurt av nøvnunum á G! uttan at kunna luttaka á festivalinum allar dagarnar.

Til ber at keypa ein-dags atgongumerkini her á http://webshop.gfestival.fo/

Enn ber eisini til at keypa atgongumerki til allan festivalin bæði á heimasíðuni og á vanligu sølustøðum.