Áðrenn arbeiðið byrjaði, varð væntað, at bygningurin fór at verða liðugur á sumri í ár, men tað bleiv ikki. Men sum skilst er tíðarfestingin ikki avgerandi tí arbeiði hevur gingið væl og samkoman trívist væl har hon húsast í løtuni, sigur Kristian Martin Rasmussen sum saman við Jóhan Páll Joensen stendur fyri arbeiðinum at byggja nýggja Betesda.
Áðrenn arbeiðið byrjaði, varð væntað, at bygningurin fór at verða liðugur á sumri í ár, men tað bleiv ikki. Men sum skilst er tíðarfestingin ikki avgerandi tí arbeiði hevur gingið væl og samkoman trívist væl har hon húsast í løtuni, sigur Kristian Martin Rasmussen sum saman við Jóhan Páll Joensen stendur fyri arbeiðinum at byggja nýggja Betesda.
(MYNDIRNAR ERU TIKNAR KL 22 Í KVØLD)
Í løtuni verður arbeitt við at leggja flísar, pussað, spartlað og mála veggir, og verður hetta gjørt partvíst við sjálvboðnari arbeiðsmegi. Í slíkum nýggjum modernaðum bygningum er sjálvsagt nógv tøkni. Hon er nú bíløgd; eisini tað arbeiðið fer at verða gjørt av fólki í samkomuni, sum hevur skil fyri slíkum. Arbeiði at gera klárt til at installera nýggju tøknina er eisini farið í gongd.
Fíggjarliga hevur Betesda higartil megnað at svara hvørjum sítt, og at goldið er fyri alt, sum er gjørt fram til dagin í dag. Á fullsettum samkomufundi sunnudagin kundu vit eisini staðfesta at samkoman higartil hevur rinda tilsamans 20 mió. kr..
Í miðal eru komnar slakar 450.000 kr. inn til byggingina um mánan og er samkoman sera takksom fyri hetta. Tað eru sera nógv fólk sum hava sett sær fyri at stuðla byggingini og sera ymiskt er hvussu nógv hvør einstakur letur.
Uttandura arbeiðnum líður væl, men enn er langt eftir á mál. Innandura eru nógvir og kostnaðarmiklir snøklar eftir, sum standa fyri framman at skula gjaldast, samstundis sum staðfestast má, at tøki peningurin er við at verða uppi og tí varð løgd ein ætlan fram fyri samkomuna og har málið er at samkoman ikki skal skylda nakað tá flutt verður inn í nýggja Betesda, siga Kristian Martin Rasmussen og Jóhan Páll Joensen
Hava ongan annan enn Harran og okkum sjálvi at líta á
– Samkoman í Betesda er ein sjálvstøðug samkoma sum ikki er undirlagt ella knítt at øðrum samkomum. Tí standa vit einans til svars yvir fyri okkum sjálvum og Gudi og tí eru vit fullgreið yvir at tað er við álitið á Harran at vit sum samkoma skulu koma á mál við hesum átaki sum fyri okkum er eitt risa átak. Hetta er ein ómetaliga stór verkætlan, og bøn okkara er, at Harrin framvegis skal signa hetta arbeiðið, sum nú er komið so langt, at skjótt verður flutt inn.
– Vit hava brúk fyri allari hjálp og neyðugt at samkoman stendur saman um hesa verkætlan andaliga, handaliga og við at stuðla fíggjarliga, siga Kristian Martin Rasmussen og Jóhan Páll Joensen. Eftir ársskiftið tá byggifelagið Kanjon vantandi er liðug við sítt arbeiði verður alt arbeiði sum eftir er gjørt av sjálvbodnari arbeiðsmegi.




