Ídag varð byggisáttmáli undirskrivaður á “Klaksvíkar Ullvirki” við Borðoyarvík ímillum SMS og Norðhús.
Tað var nevndarformaðurin í SMS, Christian Andreassen, ið legði fram ætlaninar hjá SMS við Borðoyarvík, og tær mugu sigast vera rættuliga áhugaverdar.
Verandi nýggjasti bygningurin á økinum, ið bygdur var til Timburhaldilin á sinni verður niðurrivin og nýggjur nýmótans handilsbygningur verður bygdur á økið. Christian Andreasen segði, at hetta verður ein "grønur" bygningur, soleiðis at skilja, at hitin frá kølianleggunum í húsinum verður endurnýttur, so roknað verður við sera lítlari oljunýtslu.
Støddin á bygninginum verður omanfyri 1300 fermetrar og uppá fyrispurning okkara segði Niels Mortensen stjóri at hesin handilin kom at vera eitt sindur av einum balandingsprodukti av Bónus og Miklagarði og eitt nú fara tit at síggja nógv meira av tí slaktarin í SMS ger, sjálvt um tit ikki fáa hann til Klaksvíkar.
Tað er Magnus Hansen frá teknistovuni Magnus, ið hevur sniðgivið nýggja Bónushandilin við Borðoyrvík.
"Klakksvíkar Ullvirki" ikki takast niður
Niels Mortensen, stjóri í SMS segði okkum, at tá teir keyptu ognirnar hjá Timburhandlinum við Borðoyarvik var bert hugsað um at ríva niður og byggja nýtt.
"Satt at siga, so hevði eg ikki sæð hendan gamla bygningin áðrenn vit keyptu. Men eftir at hava sæð hann eri eg blivin bergtikin av í hvussu góðum standi hann er hóast skiftandi umstøður og eg haldi at bygningurin hevur betur uppiborið enn at vera niðurtikin og tí hava vit spælt við tankanum um eitt mentanarhús her ella okkurt sovorði. Men tað liggur onki í kortinum uttan tað at hann verður ikki niðurrivin nú, vit fara at royna at finna eitthvørt at brúka hann til".
Magnus Hansen, arkitektur, sum var við okkum runt í bygninginum segði eisini, at hetta var ein sera áhugaverdur bygningur í føroyskum byggihøpi og helt, at hetta hevði verið áhugavert sum mentanarhús. "Eg havi gjørt nakrar skitsur, og um eigarin játtar, so skal eg senda tykkum eitthvørt um tað".
Annars segði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri eisini nøkur orð á samkomuni og hann fegnaðist stórliga.




