Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú fer Eik at byggja í Klaksvík

Oliver Joensen

Móttøka var í bankadeildini hjá Eik í Bøgøtu í Klaksvík ídag í samband við 175 ára stovningardagin, og fitt av fólki vitjaði inn á gólvið.

Í stuttum práti segði deildarleiðarin Eyðun Mørkøre okkum, at tá Eik byrjaði í Klaksvík, tá varð byrjað við trimum starvsfólkum, og ídag eru tey fimm á deildini.
Vit økja um starvsfólkatalið, so hvørt arbeiðið á deildini veksur, og higartil hava vit verið stak væl nøgd við undirtøkuna.
Byggifelagið Kanjon er farið undir at fyrireika byggingina av nýggjum bygningi til deildina í Klaksvík og eftir ætlan skal bygningurin standa liðugur seinast í juni mánaða í komandi ári.
Tá nýggja deildin hjá Eik letur upp, vera enn fleiri starvsfólk á deildini í Klaksvík.

Harleywoodpaint