Hósdagin 19. juni fleyg Atlantic Airways fyrsta túrin úr Vágum til svenska høvuðsstaðin, Stokkholm. Móttøka var í Arlanda floghavnini, har umboð fyri landsstýrið, svensku stjórnina og Atlantic Airways hildu røður
Við í ferðalagnum til Stokkholm vóru bæði ferðafólk og innboðin, teirra millum trý landsstýrisfólk, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Karsten Hansen.
Á móttøkuni í Arlanda helt Høgni Hoydal røðu vegna føroyska uttanríkisráðið, og fyri Atlantic Airways helt Magni Arge, stjóri, røðu. Svenski ráðharrin í norðurlendskum samstarvsmálum, Christina Husmark Pehrsson, tók ímóti ferðalagnum.
Atlantic Airways fer at flúgva til Stokkholm – umvegis Stavanger – tvær ferðir um vikuna frá 19. juni til 28. august í ár. Áhugin fyri nýggju farleiðini er stórur. Nógvir føroyingar hava bílagt ferðir til Svøríkis í summar, og sviar vísa somuleiðis stóran áhuga at koma til Føroya.
”Verður undirtøkan so góð, sum hon hevur verið higartil, verða fleiri túrar fullsettir í summar, so vit eru væl nøgd við byrjanina,” sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Svensk mentan partur av føroyskari mentan
Svenska málið er sum tónleikur í oyrunum á føroyingum, og Bellman, Evert Taube og Abba eru partur av føroyska mentanararvinum, segði Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, m.a. á móttøkuni í Arlanda floghavnini.
Hann vísti á, at høvuðsuppgávan hjá Atlantic Airways er at tryggja føroyingum gott ferðasamband við umheimin, og at føroyingar við nýggju farleiðini til Svøríkis hava fingið samband við øll tey skandinavisku londini.
”Okkara land er ein perla mitt í Norðuratlantshavi, sum National Geographic júst hevur kosið at vera heimsins mest spennandi oyggjaland at vitja. Vit vóna, at nógvir sviar koma at vitja okkum í summar,” segði Magni Arge.
Hann harmaðist, at Svøríki tapti avgerandi dystin ímóti Russlandi í EM-endaspælinum, men minti á, at føroyingar fingu sítt besta fótbóltsúrslit nakrantíð í Landskrona í Svøríki 12. september í 1990.
Eisini takkaði hann umboðunum fyri svensku stjórnina og landsstýrið fyri at vera komin við á móttøkuna og vónaði, at nýggja farleiðin fer at skapa tættari samstarv millum Føroyar og Svøríki.
Samstarvið við Svøríki skal styrkjast
Atlantic Airways setir Føroyar í miðdepilin í Norðuratlantshavi, og stevnan hjá flogfelagnum samsvarar við uttanríkispolitisku stevnuna hjá landsstýrinum at gera Føroyar virknar á altjóða pallinum, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á móttøkuni í Arlanda.
Hann vísti á, at føroyingar kenna seg tætt knýttar at svenskari mentan, og at flogleiðin til Stokkholm fer at skapa munandi betri møguleikar fyri tættari samstarvi millum Føroyar og Svøríki.
”Svøríki er í mangar mátar ein fyrimynd fyri okkum føroyingar sosialt, mentanarliga, handilsliga og í altjóða málum. Nýggja flogsambandið er ein upplagdur møguleiki at skapa tættari samstarv millum lærustovnar, sjúkrahús, almennar umsitingar og handilslívið í londunum báðum,” segði Høgni Hoydal.
Hann nevndi, at síðst í 1920’unum var svenski filmsframleiðarin, Nordenskiold, í Føroyum og gjørdi ein film um oyggjarnar, men nú Atlantic Airways er farið at flúgva til Svøríkis, nýtist svium ikki longur at síggja Føroyar á filmi. Nú kunnu teir sjálvir uppliva oyggjarnar.
Landsstýrismaðurin fekk mannamúgvuna at smílast, tá hann endurgav William Heinesen fyri at hava sagt soleiðis um Føroyar:
”Føroyar eru nakrir klettar á einum ryggi undir havinum, og nakrir av hesum klettum stinga upp úr sjónum. Hetta ein stórur fyrimunur fyri íbúgvarnar í Føroyum.”
Hátíðarligur dagur fyri Svøríki
Hetta er ein stórur dagur, og hetta kennist hátíðiligt fyri okkum sviar, segði svenski ráðharrin í norðurlendskum samstarvsmálum, Christina Husmark Pehrsson, í Arlanda floghavnini, tá hon tók ímóti føroyska ferðalagnum.
Svenski ráðharrin var fyri einum góðum mánaði síðan í Føroyum í sambandi við, at Norðurlandahúsið fylti 25 ár. Har upplivdi hon fleiri bergtakandi framførslur, m.a. hjá Eivør Pálsdóttir, sum eisini sang í Arlanda floghavnini.
”Sambandið okkara millum varð knýtt longu fyri 1000 árum síðan, tá víkingarnir fóru vestur í hav. Hugurin at knýta norðurlendsk sambond er ikki minkaður síðan tá, og tí lata vit upp hetta flogsambandið í dag,” segði Christina Husmark Pehrsson.
Hon segði seg vera sannførda um, at fleiri sviar fara at flúgva til Føroya fyri at uppliva landið.
”Eg havi vitjað Føroyar og eitt nú upplivað Koltur. Eg havi ikki tosað um annað við mannin hjá mær síðan, og næstu ferð eg komi at vitja tykkum, taki eg mannin við mær,” segði svenski ráðharrin, sum ynskti føroyska og svenska fólkinum góða eydnu við nýggja sambandinum.




