Mín viðmerking er stutt og greið. Tá alt verður flutt úr grótbrotinum yvir á Malum í Haraldssundi, vil eg heita á tykkum um at fylla hetta svarta holið upp og ikki gera tað til eitt ídnaðarøki.
Mín viðmerking er stutt og greið. Tá alt verður flutt úr grótbrotinum yvir á Malum í Haraldssundi, vil eg heita á tykkum um at fylla hetta svarta holið upp og ikki gera tað til eitt ídnaðarøki. Tí sum nú er síggja fólk, ja, bæði bygdarfólk og ikki minst fremmanda fólk síggja óruddi, sum Klaksvíkin ikki vil hava, tað verður mest sum tveitt norður til Haraldssundar.
Eg vil fegin, at tit fjala hetta grótbrotið bæði væl og hampuliga, so einki sár sæst, soleiðis at vit kunnu brúka Haraldssund sum ferðavinnumál. Vit kunnu ikki bjóða fólki norður til Haraldssundar, tað kemur bara av ljóta grótbrotinum, eg vóni at tit sum hava við hetta at gera, hoyra míni orð, eg eri ikki tann einasti, sum haldi hetta ikki er nøkur “sjønheit”, sum vit hava fingið.
Andrass Jacobsen




