Sera stórur eftirspurningur og nógv søla á svarta marknaðinum eru helst orsøkirnar fyri hesum.
FSF boðar nú frá, at serlig landsliðskort kunnu keypast, har ein við hesum korti fær atgongd til allar fimm landsdystirnar á heimavølli í 2016. Men sum sæst á prísunum, so bendur nógv á, at teir hækka fyri atgongumerkini fyri komandi undankapping. Tí fyri atgongumerkini á langsíðuni, sum eru undir takið, so kemur tað at kosta 1100 kr. fyri fimm landsdystir ella 220 krónur pr. landsdyst. Seinastu árini hava øll atgongumerkini verið seld fyri 100 krónur. Eftirspurningurin eftir hesum atgongumerkjum hevur verið sera stórur og tað hevur viðført, at tað hevur verið útselt nærum beinanvegin og so eru atgongumerkir seld fyri nógv meir á svarta marknaðinum. Helst er tað hetta, ið hevur viðført til príshækkingarnar, tí tað hevur fleiri ferðir verið alment sagt, at kanska eru atgongumerkini ov bílig.
10 prosent av atgongumerkjunum í hvørjum bólki verða seld sum Landsliðskort, og talan er tí um eina rættuliga avmarkaða nøgd av atgongumerkjum, ið nú verða sett til sølu. Landsliðskortið kostar úr kr. 550,- og kann keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo, frá mikudegnum 16. desember kl. 12:00, skrivar FSF á heimasíðu sínari.
| Dystir | |
| 6. september 2016 | Føroyar – Ungarn |
| 10. oktober 2016 | Føroyar – Portugal |
| 9. juni 2017 | Føroyar – Sveis |
| 3. september 2017 | Føroyar – Andorra |
| 7. oktober 2017 | Føroyar – Lettland |
| Prísir |
||
| Kategori 1 | Bólkar 103, 104, 105 og 106 | 1.100 kr./stk. |
| Kategori 2 | Bólkar 102, 107, 108, 116, 117 og 119 | 825 kr./stk. |
| Kategori 3 | Bólkar 114, 115, 120 og 121 | 550 kr./stk. |




