John Johannessen hevur arbeitt við at fáa betra um stuðulsmøguleikarnar hjá lesandi forsyrgjarum
Tingið samtykti mikudagin, at frá 1. august skulu forsyrgjarar undir
útbúgving fáa eitt barnagjald á 600 krónur oman á vanliga útbúgvingarstuðulin á 3.607 krónur. Sostatt fær ein lesandi við tveimum
børnum 4.807 krónur í útbúgvingarstuðuli.
Uppskotið um at veita øktan útbúgvingarstuðul til forsyrgjarar, sum eg
ígøgnum 3 ár havi arbeitt við, varð einmælt samtykt við 3. viðgerð í løgtinginum mikudagin.
Hetta merkir, at frá 1. august fáa forsyrgjarar undir útbúgving 600
krónur fyri hvørt barnið um mánaðin oman á tann vanliga útbúgvingarstuðulin uppá 3.607 krónur.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, skal eiga tøkk fyri
at hava sýnt vælvild í arbeiðinum og at hann at enda legði málið fyri
tingið. Andstøða og samgonga skulu hava tøkk fyri gott samstarv um málið í mentanarnevndini og serliga tøkk fyri, at tað bar til at fáa lagt ein 100
krónu seðin oman á uppskotið á 500 krónur, soleiðis at talan í staðin verður um 600 krónur, ið verða útgoldnar fyri hvørt barnið.
Sambært lógaruppskotinum verður tað harumframt í ávísum førum møguligt at veita studning til livikostnað til lesandi í Norðurlondum. Hetta verður tó bert møguligt í sambandi við hægri heiltíðarlestur, og tá SU ikki veitir stuðulin. Eisini verður í serligum førum møguligt at veita stuðul til skúlagjald í Norðurlondum til hægri heiltíðarlestur. Møguleiki verður eisini hjá landsstýrismanninum í kunngerð at gera reglur soleiðis, at lesandi, ið
eru búsitandi í Føroyum og lesa uttanlands, kunnu fáa ferðastudning til
lestrarlandið. Harafturat verður rentan á lestrarlánum lækkað úr 4% niður í
2% í lestrartíðini og endalánsupphæddin meira enn tvífaldað. Eisini er ætlanin frameftir bert at veita heilar bókastudningar




