Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú hava øll liðini venjara

Jákup Ósá

EB/Streymur var nógv tað síðsta liðið at seta venjara, men eisini hann bleiv settur áðrenn ársskiftið.

EB/Streymur skrivar:

EB/Streymur hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála við Sigfríða Skaale Clementsen, um at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliði okkara. 

Sigfríður er ein tann royndasti føroyski venjarin vit hava, og hevur vunnið mest sum alt sum kann vinnast í føroyskum fótbólti. Hann er 49 ára gamal, og er búsitandi í Havn.

Sum spælari hevur Sigfríður umboðað bæði havnafeløgini og sum venjari hevur hann umboðað nógv ymisk feløg, umframt at hava verið venjari hjá ungdómslandsliðum og fótbóltsmennari hjá FSF. Í 2008 og 2009 var hann høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Í 2008 vunnu vit greipuna og í 2009 endaðu vit á silvurplássi í báðum kappingum.

Vit ynskja Sigfríða hjartaliga væl afturkomnan í felagið og vit gleða okkum til eitt spennandi samstarv.

Harleyfacadeacryl