Nýggjur maritimur depil verður nú skipaður á Varpinum, ið umfatar bátabrúgvar, sølutorg umframt møguleikar fyri ymiskum frítíðarvirksemi.
Nýggju bátabrúgvar á vágni verða keyptar nú, og eitt økið verður skipað, ið hýsir sølutorgi og øðrum virksemi saman við bátabrúgvunum. Arbeiðið á landi fer í gongd í komandi ári við innandura sølutorgi við góðum vatnfasilitetum.
Nýggjar bátabrúgvar
At gera hugskotið til veruleika komst av, at vit í Klaksvík leingi hava saknað eitt sølutorg. Og á víkini liggja bátabrúgvar, ið treingja nógv til at verða umvældar ella gerast av nýggjum. Í arbeiðinum við hesum báðum økjum sást skjótt, at allar grundir vóru til at hugsa stórt. Nú Klaksvík endiliga er farin at gera álvara av einum miðbýi, so eigur sjógvurin og fjøran at verða natúrligur partur av øllum lívi. Økið liggur tætt at miðbýarøkinum, og tí settu vit okkum í samband við Ósbjørn Jacobsen, arkitekt, ið var við til at tekna miðbýrauppskotið, so vit kundu fáa eitt uppskot til økið, ið samvirkar við restina av miðbýnum.
Tvey høvuðsøkir
Arbeiðslív og frítíðarlív eru nógv broytt í gjøgnum tíðina. Í dag rennur viðhvørt saman í millum hesi. Á økinum á Varpinum hugsa vit okkum hesi høvuðsøki skulu halda til. Arbeiði er annað. Alskyns arbeiði við bátum fer í løtuni fram her. Umframt at hava bátar liggjandi, so er umvæling og uppskipan hugsað í uppskotið. Og ikki minst sølutorgið, søla av fiski og øðrum fongi, skal hava innivist her. Frítíð er hitt, sum meir og minni rennur saman við arbeiðinum. Her verður hugsað um felags frítiðarumhvørvi í millum bátaeigarar og onnur, og so alskyns frítíðarvirksemi knýtt at havinum. Til ber at skipa rógving við kajakk, jollum ella súkklubátum í innigirda hylinum. Øll sløg av vatnaktivitetum kunnu bera til her, vatnskí, kaving og havsvimjing –ja, bert hugflogið setur okkum mørk fyri, hvørjir aktivitetir kunnu fara fram her. Til ber at seta benkur, borð grill o.a. fasilitetir upp. Hølini á landi eru at bera saman við neyst, har sølutorg kann vera, eins og goymslur ella skiftirúm kunnu gerast.
Fjøran og keikanturin aftur til lívs
Fyri mær er ongin ivi um, at vit eiga at lívga um alt virksemi, sum hevur við keikantin at gera, antin tað er til gamans ella til álvara. Og ongantíð betur, um vit megna at skapa tað lívið aftur við fjøruni og á keiini, sum vit í mínum aldri minnast aftur á við gleði. Tað er bæði lívgevandi og virðismikið, og eg ivist ikki í, at við hesum økinum megna vit at fáa aftur um endan, har samvera og arbeiði renna saman í lívsjáttandi virksemi.
Óluva Klettskarð,
forkvinna í Havna- og Vinnunevndini




